EB/Streymur skrivar:
16 ára gamli eiðismaðurin Jónas Hákunarson Lützen hevur skrivað undir sín fyrsta sáttmála við felagið. Avtalan er galdandi til og við kappingarárið 2028.
Jónas er ein arbeiðssamur og skilagóður miðvallari, sum longu hevur víst seg fram á næstbesta liðnum.
At geva okkara egnu ungu spælarum møguleikan at mennast og taka stigið upp á besta liðið er ein týðandi partur av arbeiðinum í felagnum.
Vit ynskja Jónasi hjartaliga tillukku við sáttmálanum og gleða okkum at fylgja hansara menning komandi árini.