Seinnapartin í dag setti ferðalagið hjá U19 dreingjum hjá Víkingi kósina móti Estlandi og Tallin, har mótstøðuliðið Narva Trans í 1. umfari í Youth League bíðar.
Hetta er fyrstu ferð í søguni at Víkingur er við í Youth League.
Dysturin verður leiktur hósdagin kl. 15.45 føroyska tíð.