Í dag var returdysturin í Youth League leiktur í Belgia millum U19 liðini hjá Genk og Víkingi.
Fyrri dysturin, sum varð leiktur á Tórsvølli, endaði við stórtapið, heili 8-0 til liðið úr Belgia.
Hóast tap, so má sigast at víkingadreingirnir reistu seg til dagsins dyst, og endaði dysturin í dag 3-1, til stórfelagið Gent úr Belgia.
Ungi miðverjin, Jens Eiler Samsson, skeyt málið hjá Víkingi. Tað gjørdi hann, tá ið hann minkaði til munin 2-1 í 85 minutti. Genk fekk tó síðsta málið, tá ið teir í yvirtíðini skoraðu til endaliga úrslitið 3-1.
Samanlagt endaði tað 11-1 til Genk.
Nú er Youth League ævintýrið hjá Víkingi av fyri hesu ferð, men sigast má, at hetta hevur verið ein lærurík uppliving fyri ungu dreingirnar, sum eru slopnir at royna seg uttanfyri landoddarnir.
Myndir: Víkingur
















