Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.03.2026 08:36

Ungt Virki 2026 verður í dag – Miðnám á Kambsdali er í ár karmur um íverksetarakappingina

Screenshot

Ungt virki

Stóra samanbyggingin í hjartanum á Miðnámi á Kambsdali kom á mál í oktober í fjør, og nýggju snotiligu hølini vera nú eisini karmur um árligu íverksetarakappingina – Ungt Virki.

Í ár luttaka 85 næmingar í 25 bólkum á tiltakinum, har kappast verður um besta hugskotið. Næmingar koma úr Miðnám á Kambsdali og Glasi í Havn.

Ungt Virki er eitt tilboð til allar miðnámsskúlanæmingar at læra, hvussu nýggjar vørur og tænastur mennast. Samstundis er kappingin eitt regionalt umfar í kappingini Company Programme, og vinnarin í Føroyum luttekur beinleiðis í DM-finaluni í Keypmannahavn, 5. mai., har teir 42 bestu bólkarnir úr Ríkinum fara at dystast um besta hugskotið.

Tiltakið Ungt Virki er eitt samstarv við m.a. Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Vinnumálaráðið, Vinnuhúsið, Íverksetarahúsið, Hugskotið, Fróðskaparsetrið, miðnámsskúlar og vinnulívið sum heild. Fyritøkurnar Bakkafrost, Norðoyar Sparikassi, NEMA, Bygma Balslev og Atlantic Airways stuðla tiltakinum.

9 dómarar úr føroyska vinnulívinum fara at meta um hugskotini. Í dómdsnevndini í ár eru:

  • Sóley Hammer – Hugskotið (forkvinna í dómsnevndini)
  • Marius Thomassen – Vinnuhúsið
  • Atli Rasmussen – Norðoya Sparikassi
  • Frankie Jensen – Nema
  • Rógvi Róin – Petur Larsen
  • Pætur Trónd – Hotel Hafnia og Hotel Brandan
  • Magni Thomsen – Íverksetarahúsið
  • Helgi D. Michelsen – Bygma Balslev
  • Jóannes Prestá – GroAqua

Skráin:

08.00 – 09.10    Bólkarnir prýða básin hjá sær

Skúlin bjóðar luttakarum morgunmat í kantinuni

09.10 – 09.25    Christian Joensen, rektari setir Ungt Virki 2026

09.25 – 09.30    Stutt kunning um kappingina og praktisk viðurskifti

09.30 – 10.30    Dómarar vitja teir 24 básarnar

10.30 – 11.45    Framløgur hjá luttakandi bólkum – fyrri partur (4. min. pr. bólk)

11.45 – 12.15    Døgurðasteðgur – skúlin bjóðar luttakarum døgurða í kantinuni

12.15 – 13.15    Framløgur hjá luttakandi bólkum – seinni partur (4. min. pr. bólk)

13.15 – 14.30    Samrøður við dómsnevndina (uml. 10 min. pr. bólk)

13.15 – 15.10    Framsýning: Bólkarnir sýna fram hugskotini hjá sær á básunum           

14.30 – 15.10    Dómsnevndin metir um samlaðu avrikini hjá bólkunum

15.10 – 15.25    Vinnarin verður kosin