Klokkan 08.00 í morgun varð Ungt virki 2026 skotið í gongd á Kambsdali. Heili 25 bólkar og 85 næmingar kappaðust um at blíva ársins virki.
Hetta er ein afturvendandi kapping har kappast verður um hugskot og íverksetan.
Eftir at næmingarnir høvdu víst fram á teirra básum og lagt fram frammanfyri dómsnevndini vóru endaligu vinnararnir kosnir seinnapartin.
Vinnarin í ár var Safe Hike, sum er ein app, ið skal gera tað tryggari at ferðast í føroysku náttúruni.
Nummar tvey var Lýsi loysn, sum er eitt nýmótans lýsiprodukt, eitt gummibomm, ið skal fáa fleiri at taka heilsufremjandi lýsi.
Nummar trý var Ventra, sum hevur skapt eina vøru, ið skal økja um førleikan at venja, uttan at fáa livurhøgg.
Eysturoyarportalurin var á Kambsdali og tók nakrar myndir.
Myndir: Eyp.fo


































































