Áki Magnussen og Bjørn Bakk Bjarkhamar hava báðir skrivað undir sín fyrsta sáttmála við Víking. Hetta upplýsir fótbóltsfelagið Víkingur á Facebook vanga sínum.
Áki Magnussen, sum er úr Norðragøtu, er 19 ára gamal og vinstrabeintur verjuleikari. Hann spældi nógvar dystir á næstbesta liðið í fjør, og hevur eisini verið partur av Betri hópinum. Áki hevur stríðst við ein skaða størsta partin av hesum árinum, men er nú klárur aftur og hevur fingið sín fyrsta sáttmála.
Bjørn er 17 ára gamal og er úr Leirvík. Hann er høgrabeintur og spælir fyri tað mesta í høgru síðu. Bjørn hevur leikt 16 U-landsdystir fyri Føroyar, og er sjálvsagt tí ein sera spennandi, ungur leikari, sigur felagið.
Deil á Facebook