Mynd: Dánial Hansen
Lesarabræv
Føroyar sum land er ríkað av einum fantastiskum ungdómsskarða, sum eru við at mynda okkara framtíð og samfelag. Vit skulu verða takksom fyri ungdómin, og skulu geva honum møguleikar at koma langt í lívinum, óansæð hvat fyri útbúgving, arbeið og lívsleið tey velja sær.
Ungdómurin er framtíðin, og hettar skal ikki gloymast, og er tað politiska skipanin sum skal verða við at tryggja ungdóminum góðar karmar, so at tey hava tað gott, og fáa frælsi at mennast í okkara landi.
Fólkaflokkurin vil rætta eina hjálpandi hond til ungdómin, og fari eg ímillum annað at arbeiða fyri hesum:
- Eitt gott lestrarumhvørvi
- Lestraríbúðir til lesandi
- Lesandi og lærlingar skulu tjena minst 80.000 skattafrítt um árið
- Øll lesandi undir 18 ár skulu eisini fáa lestrarstuðul
- Hækka lestrarstuðulin til lesandi
Ungdómurin er framtíðin, tí hevur allur ungdómurin rætt til góðar karmar, tryggleika og frælsi at trívast í okkara landi. Hettar er nakað sum eg komi at arbeiða fyri, um eg fái títt álit 8 dec.
Set X við Dánial Hansen
Valevni fyri Fólkaflokkin
Deil á Facebook