Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.06.2025 20:35

Ungdómsting verður aftur í februar 2026

Mynd: Løgtingið

Løgtingið

Ungdómsting aftur í februar 2026

Fyri 10. ferð fáa næmingar í framhaldsdeildunum í Føroyum møguleika at seta dagsskránna í Løgtinginum. Tað verður í døgunum 3. og 4. februar 2026. 

Innbjóðingin til allar 8., 9., og 10. flokkarnar at luttaka á Ungdómstinginum 2026, er nú farin út til allar skúlarnar. 

Tá Ungdómsting var seinast, í 2024, luttóku sjey skúlar. Tey 32 ungdómstingfólkini viðgjørdu tá 10 lógaruppskot og uppskot til samtyktar. Hetta vóru uppskot, sum snúðu seg um m.a. skúlaviðurskifti, revsilóg, barnafrádrátt, ungdómstilboð, tubakksvørur o.a.

Endamálið við Ungdómstinginum er eitt nú at læra næmingar at vera ein virknari partur av fólkaræðinum og geva teimum eitt innlit í, hvør luturin hjá Løgtinginum er í fólkaræðinum. 

Nærri kunning um tilmeldingarfreist verður send skúlunum eftir summarfrítíðina. 

Spjaldur