Løgtingið
Nú nærkast til seinastu freist hjá næmingum í framhaldsdeildunum í Føroyum, at lata lógaruppskot ella uppskot til samtyktar til Løgtingið, í samband við Ungdómsting. 25. novembur skulu uppskotini verða inni.
Hetta 10. Ungdómstingið verður í døgunum 3. –4. februar 2026. Fyrstu ferð Ungdómsting var, var 2. februar í 2006.
–Vit gleða okkum nógv til aftur at hava tingsalin fullan av ungum fólki, ið koma frá skúlum kring alt landið. Tað plagar at vera bæði áhugavert og stuttligt. Og kemur meir enn so fyri, at okkurt av teimum málum, sum koma fram á Ungdómstinginum, seinni gerast til eitt veruligt tingmál, sigur løgtingsforkvinnan, Bjørt Samuelsen.
Av móttiknu uppskotunum, ið koma inn, verða níggju útvald. Tá uppskotini verða vald út, verður hædd tikin fyri, at flokkar úr øllum landinum so vítt gjørligt eru umboðaðir. Tá uppskotini eru vald út, skulu teir flokkar, sum hava fingið eitt uppskot ígjøgnum, velja í minsta lagi tveir næmingar at umboða flokkin á Ungdómstingi.
Flokkar kunnu fáa í boði at luttaka, hóast teirra uppskot ikki eru ímillum tey útvaldu.
Tað verða 32 næmingar á Ungdómstingi, og telja teir saman við løgtingsforkvinnuni tilsamans tey 33, ið manna tingið.
Møguleiki verður eisini hjá næmingum at seta løgmanni og landsstýrisfólkum munnligar spurningar. Freistin at senda hesar spurningar er 13.januar 2026.
