Kappróðrarfelagið Tindur
Tann 15. og 16. februar verður nýggja stórhøllin Tjarnir vertur fyri HM í inniróðri 2025.
Umframt at kappast ímóti heimselituni í inniróðri, er tað eisini ein góð uppliving hjá okkara íðkarum at verða við á stóra degnum, tá ið stórhøllin letur upp. Soleiðis skrivar RSF í heimasíðu teirra.
Róðrarfelagið Tindur hevur nógv at gleðast yvir, nú HM nærkast. Ungi og dugnaligi rógvarin Pauli Joensen, hevur kvalifiserað seg til at luttaka í HM í inniróðri. Hann rør í U17 bólkinum.
Kappingin er netborin. Tað vil siga, at ístaðin fyri at fara uttanlands at rógva, rógva rógvarnir samstundis umvegis internetið – í hvør sínum landi. Tann 15. – 16. februar rør Pauli 500m sprint. Vikuna eftir, tann 22. – 23. februar ber til at fylgja við. Tá rør Pauli 2000m á “heimasjógvi”.
Tann kappingin er nevniliga í fimuleikahøllini við Gøtugjógv. Tað er møguligt at møta upp, og vónað verður at nógv fólk koma at heppa og stuðla rógvarunum.
Fyrsti róðurin hjà Paula verður leygardagin, 15. feb. kl 10:10 við Tjarnir.
Tað ber til at síggja hvussu kappingin er skipað á heimasíðuni hjá RSF, www.rsf.fo