Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.10.2025 22:21

Ung í Fuglafirði framleiða filmar

Filmshúsið 2025

Nú fáa ung í Fuglafirði møguleikan at royna seg at gera film. 
Tað er Filmhúsið og UNG-530, ið bjóða ungum, við áhuga fyri filmi, at koma á gátt og verða við í verkætlanini “Talent í Eygsjón” .

Hetta er ein verkætlan, sum hevur til endamáls at geva ungum ein møguleika at luttaka og menna virkishugin innan filmframleiðslu á føroyskum. Verkætlanin ferðast um alt landið, so øll ung í Føroyum fáa høvi at royna seg og hesaferð verður tað í Fuglafirði.  

Talan er um eina grundleggjandi og intensa frálæru í filmsframleiðslu. Kendi føroyski filmsleikstjórin Andrias Høgenni, fer at leiða hópin hesar dagarnar. 

“Talent í Eygsjón” í Fuglafirði verður hósdagin 30. og fríggjadagin 31. oktober; báðar dagarnir frá kl. 15:00 – 19:00 í gomlu kantinuni á Havsbrún í Fuglafirði. Øll ung í aldrinum 7. flokkur til og við 18 ár, við áhuga, fyri filmi eru vælkomin. Tað er ikki eitt krav, at tú hevur arbeitt við filmi fyrr. Tiltakið er ókeypis.

Nærri kunning um verkstovuna á heimasíðuna hjá Filmhúsinum ffi.fo



Spjaldur