Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.05.2025 12:48

Ung í arbeiði í Sunda kommunu

Sunda kommuna

Nú ber til at tekna seg til ung í arbeiði 2025. Í ár verður arbeitt vikurnar 26 og 27, frá 23. juni til og við 4. juli.

Ung í arbeiði er eitt tilboð fyri ung í kommununi, sum komandi skúlaár fara í ávikavist 9. og 10. flokk. Arbeiðstíðin er átta tímar dagliga, fimm dagar um vikuna. Møtt verður klokkan 8.00 á morgni, og klokkan 16.00 seinnapartin er arbeiðsdagurin liðugur. 

Lønin er 75% av sáttmálaavtalaðu tímalønini hjá Føroya Arbeiðarafelag umframt frítíðarløn.

Um tú ert áhugað/-ur í hesum, verður tú biðin um at melda til her.

Freistin at melda til er hósdagin 12. juni 2025

Spjaldur