Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.04.2026 16:37

Undirshow – Konsert í Eysturoyartunlinum

Tíðindaskriv/ Visit Runavík

Í samband við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, verður møguleiki at vitja í Eysturoyartunlinum.

Tá tunnilin lat upp í 2020 var undantaksstøða í landinum, og vegna Korona bar ikki til at bjóða til nakað alment tiltak, har fólk sluppu at vitja hølini í tunlinum. Hetta verður nú møguligt 24. apríl. Bussar fara at koyra úr Runavík – – niður í tunnilin, har farið verður inn í pumpubrunnin Eysturoyarmegin. Umframt at sleppa at hyggja at rúminum, verður forkunnug framførsla við Herfinni Árnafjall, operasangara. Hans Petur í Brekkunum spælir saxofon.

Tað er avmarkað atgongd og neyðugt er at keypa atgongumerki til bussin á 190kr. Hetta kann gerast á atgongumerki.fo.