Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.05.2025 08:12

Umvæla Missiónshúsið Karmel á Eiði

Mynd: Trúboðin

Trúboðin

Tað er eyðsýnt, at bygdarfólkini eru góð við sítt missiónshús, sum nú nærkast 100 ára aldri, skrivar Jonhard Jógvansson, prestur, sum eisini er formaður fyri Missiónshúsið Karmel á Eiði.

Missiónshúsið er karmur um sunnudagsskúla, sunnukvøldsmøtir, konfirmatiónsundirvísing, kirkjukaffi o.s.fr. Men árini eru ikki komin einsamøll, og tørvur er á at seta húsið í stand.

Uttanfyri er m.a. tørvur á at drena, skifta vindeygu, bjálva og mála. Innanfyri er m.a. tørvur á at skifta gólv, veggir, leidningar, kontaktir, lampur, gera nýggjan køk, nýggja inngongd, nýtt wc, nýggjan hita og eisini mála.

Alt hetta kostar ikki einki. Tí vóna vit, at fólk og fyritøkur vilja stuðla hesum arbeiði, so at bygdarfólkið áhaldandi kann brúka sítt missiónshús.

Allur stuðul er kærkomin – forbøn, handaligur og peningaligur stuðul.

Í viðtøkunum fyri missiónshúsið á Eiði stendur millum annað, at húsið er ogn kirkjuliðsins, og at tað verður fíggjað við sjálvbodnum gávum.

Um ein ynskir at seta seg í samband við formannin, so ber til at ringja til Jonhard Jógvansson á tlf. nr. 237339 ella senda ein t-post til: jonhard@kirkjan.fo

Spjaldur