Birkblog
Í Hoydalsljósinum kemur klassiska skúlarúmið, gólvið, loftið, myndaprýðið og monumentalu ph-lampurnar, veruliga til sín rætt, hvussu tú so snarar myndatólunum og fokuserar á sangnæmingarnar, tá tey sita við skúlaborðini, og dagsins skald kemur inn. Lagaligt, opið og í góðari eygnahædd. Tú verður kýndur og ikki álopin við skjóttkliptum punk í hesi familjuvinarligu sending. Og tá alt kemur til alt, er hetta ikki ein kapping við vinnarum og taparum, har nummar tvey er fyrsti taparin, ið ikki vann, so sum avriksítróttin í nýbygdum risatemplum í óbygdum lærir okkum og strembar eftir á øllum miðlaðum kappingarøkjum. Her er tað tvørturímóti. Í hesi fyrstu sending savnaðust vit við ein leskingarstað, ein gróðrarblett í einum niðurlagdum skúla – sterkari og meira útpurrandi kann kulissan neyvan blíva – kring eitt savn av seks tulkingum úr drúgvu sangskránni hjá plátumeistaranum, Martin. Takk fyri høvið at kaga innum í auluni í steindeyða studentaskúlanum, sum livnaði upp aftur henda dag, og har síggja eina vælskipaða framleiðslu og hoyra avriksnæmingar í okkara egnu skúlum og samkomum. Nú er miðlaavrikið her, sjónvarpssendingin Hoydalar, hin fyrsta av fimm. Framtíðin er ikki bara í góðum filmiskum hondum. Hon er eisini í góðum røddum.
Kringvarpið 5. februar 2026: “Hoydalar” (1:5)
Les alt ummælið her:
Ummæli: Framtíðin er í góðum røddum
