Birkblog
$elfie. Bara heitið, formatið og senditíðspunktið. Perfekt í øllum trimum førum. Ellivu vælskrivaðir minuttir við góðum tvistum, væl spælt, væl filmað, og ljóðið og tónleikurin er í báðum førum deiliga nýtt í mínum oyrum.
Jákup Dahl er fínur performari, ikki minst tí hann púra róligani er markleyst sjálvútleverandi. Fyrsti parturin er ein góð intro til ein stríðandi kompleksan person, sum vit verða góð við, tí hann í tí ytra skapar eina góða identifikatión av einum, sum ríður á brimfjøl í trongastu bygd í Føroyum, ella í hvussu er ætlar tað. Men innan í honum eru nógv størri aldukambar.
Ein ungur fráskyldur maður við børnum, sum skulu heintast á barnagarði í Havn, helst, meðan hann roynir at realisera seg sjálvan sum arbeiðandi menniskja langt burturi. Men illa gongst, hóast hann roynir joga.Gorm Just hevur skrivað, filmað og klipt.
Framúr avrik at lýsa einsamt trilvandi mannin í Landet utanför, føroyska stættarsamfelagnum 2025 í satiriskum formi. Hon er har, føroyska satiran, men henni tørvar bara at sleppa framat. Nývunni pallurin hjá $elfie eitt fríggjakvøld, er ein góð byrjan, sum er verd at halda fast um.
Les ummælið her: https://birkblog.blogspot.com/2025/08/hvat-kostar-hvrjum-hvat.html