Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.03.2024 17:20

Umhvørvisgóðkenning til at útbyggja havnarlagið Úti á Enni í Fuglafirði

Umhvørvisstovan

Umhvørvisstovan hevur givið Framherja umhvørvisgóðkenning í sambandi við ætlaðu útbygging av havnarlagnum Úti á Enni í Fuglafirði. Verandi havnarlag verður víðkað við 2.500 m2. Tunnilsgrót við spreingileindingum úr plasti verður nýtt til útfyllingina. Umhvørvisgóðkenningin hevur heimild í §§ 28 og 29 í løgtingslóg um verju av umhvørvinum.

Umhvørvisgóðkenningin er grundað á upplýsingar frá Framherja um verkætlanina og ætlaða virksemið, tá havnarlagið er fult útbygt.

Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal, í seinasta lagi 24. apríl 2024, sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, 165 Argir, ella til us@us.fo

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónligan týdning fyri.

Les meira um at kæra her.

Leinki til umhvørvisgóðkenningina hjá Sp/f Framherja til at útbyggja havnarlagið Úti á Enni í Fuglafirði:

Umhvørvisgóðkenning

Kunngerð um umhvørvisgóðkenning