Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.05.2024 21:37

Umbygdur marglætis trawlari á Gøtuvík

Mynd: Eysturoyarportalurin

Í tjúkka mjørkanum í dag, hevur ein trawlari ligið langt inni móti landinum á Gøtuvík. Nakað sum hevur fingið lokalfólkið at práta og hugleiða um hvat hetta er fyri eitt forkunnugt skip.

Tað vísir seg, at hetta er ein umbygdur marglætis trawlari, sum eitur Scintilla Maris, sum niðurlendingurin Erik Vonk eigur. Og sum siglir undir Marshall Islands flaggið.

Trawlarin er 45.6metur langur, og bygdur í 1989. Umbygdur í 2023.

Virðið á skipinum sigst at verða áleið 143.000.000 DK.

Mynd: Eysturoyarportalurin