Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.09.2026 10:06

Umboðsráðið er nú valt

Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, fekk næstflest atkvøður -677 tilsamans. Mynd: privat

Betri

Limirnir hava talað, og Umboðsráðið er valt. 28,1% av veljarunum nýttu sín demokratiska rætt at velja ovastu leiðsluna í felagnum, vit eiga í felag. 28,1% er høgt í mun til líknandi feløg sum Betri-samtakið.

Tey nývaldu sita í fýra ár. Men um tvey ár verður aftur umboðsráðsval. Tá standa tey fyri vali, sum nú hava sitið í tvey ár. Hetta er umleið helvtin av umboðsráðslimunum. Soleiðis verður Umboðsráðið endurnýggjað við jøvnum millumbilum.

Til lukku tit sum eru nývald – og góðan arbeiðshug fyri okkara demokratiska felag.