Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.02.2023 00:07

Um mørk

Setanarrøða hjá borgarstjóranum – nú ráðstevnufundur var hildin í Løkshøll 15. februar.

Mynd: Tórbjørn Jacobsen

Háttvirda samkoma – ongin nevndur ongin gloymdur.
 
Táið tey bæði orðini demos og kratos verða krøkt í hvørt annað, fúka neistarnir frá samankomingini. Tað eiga teir at gera, annars var eitthvørt álvarsligt áfatt. Nógv hava hugsað stórar og hábornar tankar um, hvussu hesi fyribrigdini, samfingin, fólk og vald, skulu fáast at virka til fyrimunar fyri heildina. Boðini eru mong, og higartil hava vit hildið okkum til tríbýtið av valdinum á leið soleiðis, sum Montesquieu legði tað fram fyri meira enn hálvt triðja hundrað árum síðan, helst íblástur av tankagóðsinum hjá Platon og næmingi hansara Aristoteles.
 
Kendi fraklendingurin tvíhelt ikki um hetta tríbýtið meiri enn so, at var tørvur á fleiri vøldum, eitt nú at fíggjargeiri og tjóðbanki gjørdust eitt vald, so var tað eisini ein møguleiki hjá teimum, sum hildu seg hava tørv á hesum. So kjølfestur er hesin hugburðurin um tríbýtið av valdinum kortini vorðin, at hann er grundfestur í flestu stjórnarskráum á okkara leiðum. Býtið ímillum tað lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið í samfelagnum. Nú eru vit ikki komin longur á leið í stjórnarmálum, at vit eiga onga grundlóg, kortini hava vit umvegis millumrokningar roynt at hildið fast um arvin eftir gitna franska barónin, sum annars var ávirkaður av duldari tortrúgv – skepsis – til alt sum kjálkaði at valdi og ikki minst teimum, sum tráa eftir hesum mátti, ið yvirskipað er ringur at hava takholt á, verður hann ikki niðurfeldur í yvirskipaðar karmar, – í bygnarligan stórvið í samfelagshúsinum.
 
Sum tíðin er liðin frá tesunum hjá stórum hugmyndafólkum eru samfeløgini um okkara leiðir vorðin alt meiri kompliserað, og eitt vald, sum nógv hevur verið tosað um í okkara tíð, er 4. statsvaldið – fjølmiðlarnir – ið einaferð vóru settir í verðini til eisini at ansa mørkunum, har tey, sum røkja tey ymsu vøldini, ferðast í ymsum ørindum. Aðrir avgerandi liðir, ið hanga uppi við samfelags-maskinarínum í okkara tíð, vælferðarsamfelagnum, eru kommunurnar og kapitalurin í fíggjargeira og vinnulívi.
 
Tilrenning úr øllum hesum var orsøkin til hugskotið um hendan fundin. Stutt fyri jól var nýggj samgonga skipað – sum í einum ætlanarmanifesti – samgonguskjali – hevur lagt eina politiska leið fyri okkum tey næstu árini. Júst hendan samgongan er ikki atvoldin til hugskotið um hendan fundin, hugskotið hevði komið í eyga líkamikið hvør samgongan var, mest orsaka av tí, at tærið í fjórða heimastýrisvaldinum við tíðini er tódnað frá neyvum spurningum og skilagóðum metingum til deciderað mikrofonhaldarí um at kalla onki. Orsøkin er annaðhvørt vantandi førleiki ella ov lítil fíggjarmegi í miðlageiranum.
 
Situr tú saman við øðrum fyri einari kommunu, er tað sjálvsagt, at tað hevur stóran áhuga hvørja leið samfelagið fer, ikki minst hvussu komandi politiskar avgerðir – hjá lóggevandi- og útinnandi valdinum – fara at ávirka búskaparliga universið hjá kommununum. Kann ætla at tey, sum sita fyri vinnulívinum, ganga við somu tonkum, og ístaðin fyri óneyðuga stúran fyri eini ókendari framtíð, er hendan løtan gott høvi til, at gera greiði fyri hvør veruliga ætlanin er hjá teimum, sum eru vald til at sita við hinum ultimativa politiska valdinum – lógarsmíðinum og harvið evsta valdinum fyri gerandisliga virknaðinum hjá okkum øllum.
 
Í elddópinum fyri jól var nývorpna samgongan samd um at ganga út í ein nýggjan dag undir herrópinum: Saman eru vit sterk. Hóast gongulagið, sum í øllum samstarvi, hevur verið nakað skinklut í byrjanini, tey flestu tosa fyri egnan flokk heldur enn fyri samstarvið, og onkur landsstýrismaður meiri ella minni er settur undir umsiting av løgmanni, so er sáttargerðin í orðum hin sama, og bara hin vantrúni er ikki samdur við samgonguni í hesum, at vit eru sterkari í semjuni heldur enn í sundurlyndinum. Spurningurin er bara, hvør ið skal bera hvat til hesa semjuna?
 
Í præamblinum skriva flokkarnir, at vantandi búskaparstýring og broytt aldursamanseting hava við sær, at vit ikki hava ein haldføran búskap. Í sama andarhaldi verður sagt: Men vit hava góðar møguleikar at gera nakað við hesar avbjóðingar. Yvirlýsingin hongur í meira lagi í leysum lofti, vit fáa ikki neyvt at vita hvussu óhaldbari búskapurin skal gerast haldbarur aftur. Síðan húsagangin í Wall Street í 1929 – í smá hundrað ár – hava tað fyri tað nógva verið afturvendandi kreppur og útlendskir kreditorar sum hava vent okkum búskapi og haldføri á beint aftur, ofta við hersknum kosti, táið brotasjógvarnir skúraðu tað mesta omanav. Danskt heimastýri hjálpti lítið hesum viðvíkjandi, og spurningurin er so, um vit nú standa í eini søguliga sjáldsamari tíð, har ein samgonga ætlar at bøta so grundleggjandi um búskaparligu viðurskiftini, við rættstundis umhugsni, at vit ikki aftur – ella enn einaferð – hava lagt kósina fram í eina nýggja kreppu. Svarið finst ikki í samgonguskjalinum.
 
Samfelagsliga búskaparliga haldføri broytist ikki av at flyta pening úr einum kassa í annan í einum og sama rensli. Samgongur frammanundan hesari hava roynt tann kunstin. Fluttu barnaansingina, barnaverndina, eldraøkið o.s.fr. úr landskassanum yvir í kommunukassarnar. Ongin ivast í, at hesi høpi eru í tryggari hondum og væl betri skipað og røkt undir kommunalum ræði, men hetta broytir ikki haldføri, og kann gerast ein vandi fyri vælferðarsamfelagið, táið tú samstundis flytir útreiðslurnar úr einum progressivum yvir í eitt proportionalt skattahøpi. Við teimum ábendingum, sum hóast alt skyggja úr samgonguskjalinum, kann væntast, at kommunurnar, í tíðini sum kemur, fara at hækka skattabyrðuna hjá borgarunum fyri at fáa endarnar at røkka saman, serliga til eldraøkið, meðan tey, sum sita við landskassanum í kneppinum, longu eru farin at yvirmeta inntøkurnar fyri at fáa kabalina at ganga upp – meðan jørðin brennir alt meiri undir teimum.
 
Lønir skulu lyftast, normeringar á dagstovnaøkinum skulu dagførast, arbeiðsvikan styttast, sperdar familjur fáa ítøkiliga hjálp, undantøkini í MVG-lógini skulu endurskoðast, tilfeingisgjøldini hjá uppsjóvarvinnuni og flotanum í Barentshavinum verða endurskoðað og tað sama fer at henda við tøkugjaldinum í alivinnuni.
 
Um vit skulu arbeiða í 40 ella 37 tímar um vikuna er eitt sjálvstøðugt mál, ymiskar meiningar eru um tað, men tey eru fleiri sum halda, at protestantiski arbeiðsetikkurin, sum Max Weber umrøddi fyri meiri enn hundrað árum síðan, onkursvegna hevur fingið kapitalistisku búskaparskipanina at virka til gagns fyri tey flestu um okkara leiðir. Hvør avleiðingin verður, av at taka megina úr tí máttinum, er ilt at vita. Hinvegin koma allar hinar orðingarnar í samgonguskjalinum onkursvegna at ávirka kommunurnar og gerandisdagin hjá teimum sum har sita fyri endanum frá tíð til aðra. Verða útreiðslur lóggivnar niður í kommunukassarnar, verða raðfestingarnar, serliga í íløgu-høpinum, aðrar enn tær hava verið, kommunala frælsi skert somikið, at bara eitt lønartaxametur er eftir, sum eins væl kann flytast til eina talgilda almenna løngjaldsstovu at taka sær av.
 
Spurningarnir eru nógvir – svarini ivaleyst líka so mong. Ætlanin við hesum fundinum er at fáa greiði á, hvar ið tey ymsu høpini í samfelagnum flóta, nú nýggj kós er sett fyri Føroyum tey næstu 4 árini. Vanliga fær eitt nýtt regime ein skáa á 100 dagar, áðrenn tað kann leggjast á bismaran og virðismetast. Í so máta eru vit bert hálvgingin, og ein sovorðin vurdering var nú heldur ikki ætlanin við fundinum í dag. Heldur var idéin at stíga eitt fet á eini kunningarslóð, har ið myndin gerst greiðari um framtíðina.
 
Fari at takka øllum sum glaðbeint játtaðu at taka lut í hesum demokratiska átakinum, og uttan góðu hjálpina frá fleiri vælskipaðum kvinnum, hevði kommunan ikki fingið hetta átakið í lag so væl og stundisliga. Tað var gamalt, at ætlaði tú at fáa okkurt frá hondini, skuldi tú heita á ein ovbyrjaðan mann um at hjálpa tær. Mínar royndir eru hinvegin, at ætlar tú at fáa nakað frá hondini, heit so á eina kvinnu um at hjálpa tær við at røkka málinum.
 
Við hesum orðum verður fundurin handaður Ben Arabo orðfúta.