Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.12.2025 07:33

Um eina eldsál

Mynd: Runavíkar kommuna

Runavíkar kommuna

Røða hjá Peturi Hansen seinrapartin í dag, táið Marna Knudsen kveikti ljós í triðja ljósið í stóra aventskransinum í Saltangará.

Í dag telja vit bert 10 dagar til jólaaftan.
Tað er triði sunnudagur í advent, og sum siður er, tendra vit í dag triðja ljósið í adventskransum runt landið – eisini Føroya stórsti kransur skal í dag tendrast.

At tendra eitt ljós í myrkum tíðum, um tað so er árstíðin ella hendingar í heiminum, er eitt gamalt tekin um vón og framgongd.

Tí er tað heldur ikki uttan orsøk, at vit nevna fólk, sum eru serligir vitar okkara millum, fyri eldsálir. Tað erufólk, vit kunnu stýra okkara lív, og okkara samfelag eftir, fyri at koma trygt í havn.

At brenna fyri einari sak og at slóða fyri, kann vera einsligt.
Uttan ein felagsskap kann sjálvt tann størsti logi køvast. Tí hevur tað týdning at vit geva okkum far um hesar ósjálvsøknu einstaklingar okkara millum!

Við Gud´ og landi og fosturstrond,
har lagnan okkum býður,
til reiðar allar tíðir
við hjarta, hug og hond.

Høvðuspersónurin í dag er ein føddur patruljuførari. Hetta sæst í verki, við einum trúføstum toymi rundan um seg, ið stendur til reiðar at hjálpa, tá ið skipast skal fyri ella á stendur.

Ongin verður vístur burtur av dagsins eldsál, og tú kanst vera vísur í, at ein loysn verður funnin.

Skal eg vera heilt erligur, so ræddist eg dagsins eldsál eitt sindur, tá eg kom hana at kenna.

Meiningar verða ikki pakkaðar inn. Men tað, sum sagt verður, er beinrakið og satt. og altíð liggur ein vælvilji aftanfyri.
Sum borgari í økinum eri eg sera takksamur fyri arbeiðið, ið gjørt verður.
Og tað gleðir meg, at vit í dag sleppa at venda ljósið ímóti dagsins eldsál.

Onkur tykkara hava kanska longu gitt, hvør dagsins einstaklingur er.

So til seinast vil eg siga: Ver til reiðar!

Eldsálin, vit heiðra í dag, er Marna Knudsen.