Mynd: FSF
Íðnu og harðmæltu víkingarfjeppar, eisini kallaðir Ultras, gera til dagsins
dyst nógv burturúr.
Í gjár hevði Eysturoyarportalurin eina samrøðu við Víkingarvenjarin Jóhan Petur Poulsen, har hann segði soleiðis: “Ultras hevur ígjøgnum árini skapt stemming, upplivingar sum veruliga seta sín dám á uttanfyri vøllin, og samstundis gevur nøkur eyka prosentir til liðið tá á stendur. Vónandi kunnu fjepparnir geva okkum hetta, og vit løna teimum aftur, við at vinna okkum víðari.”
Og Ultras tekur av avbjóðingini hjá Jóhan Petur Poulsen siga tey.
Ultras siga víðari, at tey møta í Sarpugerði kl 17.00, har trummir, bannarir, fløgg o.a. verður gjørt klárt.
Síðani verður leiðin við bussi kl. 17.30 løgd til Havnar og á Tórsvøll. Ætlanin er at seta ein rimmar dám á Tórsvøll frá fyrsta minutti. Øll ið hava hug at vera við og rópa saman við Ultras kunnu møta í Sarpugerði kl. 17.00 og vera í ljósabláum!
At enda siga fyrireikarirnir hjá Ultras: Lat okkum standa saman og hjálpa okkara monnum. Øll vælkomin! WLYV!!“
Deil á Facebook