Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.10.2022 08:43

Ultras fjeppari: “Leygarmorgunin fara vit at vekja eysturbúgvar”

Mynd: Petur Jákup Heinesen (privatmynd)

Eysturoyarportalurin ger nógv burturúr steypafinaluni leygardagin hjá monnum millum Víking og KÍ.

Hesuferð hava vit sett Ultrasformanninum og Víkingafjepparanum Petur Jákup Heinesen stevnu.

Hvat fer Ultras at gera í gjøgnum hesa vikuna ?

Vit hava eftir hondini verið so ofta í finaluni, at tað hevur ikki verið nemt, at gjørt nakað nýtt, og vit hava tí valt, at tað ikki bara skal vera tað sama. Mánakvøldið og týskvøkdið vóru vit við, at hava eina upphiting í Víkingahúsinum fyri børnunum í kommununi, har tað blivu gjørd fløgg, málaðir bannarar, kappingar á vøllinum v.m.

Vit hava gjørt videobrot við spurnakapping og samrøður við formannin, borgarstjóran og leikarar, sum kemur út hvønn dag fram til leygardagin.

Vit fara at koyra runt fríggjakvøldið, fyri at fáa fólkið í kommununi í ein góðan stemning og minna á, at nú nærkast stóri dagurin.

Leygardagurin er tann heilt stóri dagurin. Hvussu sær hann út hjá Ultras ?

Leygarmorgunin fara vit at fáa okkum ein góðan morgunmat í Víkingahúsinum.

Klokkan 10 fara vit, sum fastur siður er tá vit eru í finaluni, at vekja fólkið í kommunini. Og tá eru øll hjartaliga vælkomin við.

So verður ein lítil pausa, áðrenn vit vera við til upphitingina kl 15 í Víkingahúsinum, har tað verður nógv gott á skránni, t.d. ókeypis pizza, live tónleikur, myndabox, andlitsmáling og annað gott.

Ultras leggur so leiðina til Havnar í góðari tíð, har vit fara at gera klárt á Tórsvølli, so vit eru klár at taka ímóti øllum viðhaldsfólkunum, ið kom til dystin.

Hevur tit nakra áheitan til eysturbúgvar ?

Vit arbeiða enn eitt sindur við ymiskum hugskotum, sum koma at ganga fyri seg á Tórsvølli, sum fólk fáa nærri at vita um, tá tey koma stadion.

Eysturbúgvar plaga at vera væl við, tá stórir dystir eru. Tó halda vit, at hendan finalan er annaðleiðis, tí vit møta einum søguliga sterkum KÍ-liðið, sum vit hava givið harða mótstøðu í ár. Og so er hendan finalan eisini serstøk, tí vit hava eitt sera ungt, lokalt og spennandi lið, sum vit øll síggja eitt sera stórt potentiali í, og tað ger tað eyka spennandi.

Tí vilja vit heita á øll í Eysturkommunu, at hjálpa okkum, børnunum og leikarunum, til at gera hendan dagin so minniliga, sum yvirhøvur gjørligt. Vónandi taka tey væl ímóti okkum, tá vit koma at koyra runt í bygdunum. Møta væl upp til upphiting og ikki minst koma á Tórsvøll og gera tað sum skal til, fyri at hjálpa okkara monnum at fáa steypið aftur í Sarpugerð, har tað hoyrir heima.

Hvat úrslit væntar tú leygardagin og hvør skorðar ?

Eg vænti mær ein sera tættan dyst, har liðini koma at vera eitt sindur varin. Eg vænti ikki, tað verður tað vakrasta fótbóltsspælið, men í staðin ein dyst har bæði liðini koma at leypa miðjuna um, og spæla eitt slag av indianarafótbólti við langum avleveringum. Eg trúgvi, at hesuferð fer Víkingur at trekkja tað longra stráðið og vinna 2-1 eftir longda leiktíð, har Jákup og Lava fáa málini.