Hondbóltssamband Føroya
SO NÆR VIÐ! Tvær ferðir eykatíð skuldi til og 80 minuttir skuldu til áðrenn HM-hálvfinalan millum Føroyar og Portugal var avgjørd. Føroyar høvdu brotskast, men brendu, og Portugal vann harvið 38-37 og Føroyar skulu spæla um HM-bronsu móti Svøríki sunnudagin kl. 16.00.
Tað var eyðsýnt, at okkara vildu draga nakað av leikferðini úr dystinum frá byrjan. Føroyska verjan stóð hampuliga væl saman við Sasha í málinum, men portugisisku dygdirnar vóru eyðsýndar. Teirra verja stóð væl, og hvørja ferð okkara vóru úti av balansu í verjuni, struku teir kvikliga framvið. Eftir at liðini fylgdust fyrstu løtuna, vóru tað portugisar, sum vóru omaná og nøkur mál frammanfyri. Føroyska liðið gjørdi nógv rætt, men seinasti neyvleikin vantaði. Okkara gjørdu ov nógvar villur og nøkur skot vóru brend. Hepni, marginalar og dømingar vóru heldur ikki á okkara síðu. Portugal var frammanfyri 15-12 við hálvleik.
Føroyska liðið byrjaði seinna hálvleik við trimum álopsvillum, men hingu allíkavæl í. Verjan ernaðist so líðandi og portugisar skuldu stíðast meira fyri málini og dúvaðu mest uppá langskot. Í álopinum sýntist okkara at hava tveitt nervarnar, og raknaði Óli Mittún veruliga við og var ein støðug hóttan. Føroyar ótu leiðsluna hjá portugisum og løgdu seg á odda 25-23, tá tað restaðu 10 minuttir. Talan gjørdist um ein langan nervadyst seinastu løtuna, har Niklas Gaard javnaði við einum stórum minutti eftir. Portugisar sluppa at spæla leingi, ein heilan minutt, men megnaðu ikki at skora. Tað endaði 29-29.
Okkara vóru pressaðir í yvirtíðini og Portugal hevði fyri tað mesta yvirtakið. Okkara góvu ongantíð upp, og Rókur Ziskason javnaði beint fyri leiklok av fyrstu eykatíðini til 34-34. 10 minuttir skuldu til afturat, har tað aftur vóru portugisar, sum komu framum. Føroyar fingu eitt brotskast við leiklok, men tað var brent, og tað bleiv sostatt eingin brotskastkapping og Portugal vann 38-27. Ein tungur ósigur at svølgja, men okkara kunnu vera ernir av einum rimmar avriki.
Eftir dystin var Óli Mittún kosin besti leikari í dystinum. Óli gjørdi 11 mál í dystinum og var hann ein orsøk til at Føroyar komu innaftur í dystin í seinna hálvleiki, har hann spældi framúr.
Føroyar skulu nú møta Svøríki í dystinum um HM-bronsumerkini. Svøríki máttu lúta 40-37 fyri Danmark, eisini eftir longda leiktíð. Bronsudysturin verður sunnudagin kl. 16.00, føroyska tíð, í Katowice.
Dystargongdin Føroyar – Portugal:
5 min. 2-1
10 min. 2-4
15 min. 5-7
20 min. 8-9
25 min. 9-11
30 min. 12-15
35 min. 14-17
40 min. 18-19
45 min. 21-21
50 min. 25-23
55 min. 27-26
60 min. 29-29
65 min. 30-31
70 min. 34-34
75 min. 35-37
80 min. 37-38
Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 11 (2)
Ísak Vedelsbøl 6 (3)
Niklas Gaard 6
Rókur Ziskason 4
Tóki Fríðriksson 3
Búi Poulsen 2
Sofus í Selvindi Nattestad 2
Trúgvi Hávardsson 2
Høgni Heinason 1
Málverjar:
Sasha Lacok 30%