Sunda kommuna
Í kvøld kl. 20:00 verður spennandi HM fjórðingsfinalan hjá føroyska U21 manslandsliðnum móti Slovenia. Í hesum sambandi vísa vit dystin á stórskermi á Torginum í Skúlanum við Streymin.
Vónandi møta fleiri upp í føroysku landsliðsblusunum, men hetta er als ikki eitt krav.
Føroyskur tónleikur verður spældur í hátalara áðrenn dystin, so vit koma í rætta hýrin. Kommunan bjóðar saft, kaffi og okkurt ábit afturvið dystinum.
Klárt er at taka móti gestum frá kl. 19:00.
Møtið upp í góðum lag og bjóðið øðrum við. Vónandi kunnu vit verða fleiri og hátíðarhalda eitt søguligt HM hálvfinalupláss aftaná dystin.
Øll eru hjartaliga vælkomin!