Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.08.2025 12:32

U19-menn: Tveir ymiskir hálvleikir

Portugal vs Faroe Islands (Placement Match 7), IHF Men's Youth (U18) World Championship 2025, 6th of October, Egypt, 14.08.2025, Mandatory Credit © Jure Erzen / kolektiff

Hondbóltssamband Føroya

Hóast Føroyar spældu heilt væl í fyrra hálvleiki, so mistu okkara púra takið í seinna hálvleiki og taptu greitt fyri Portugal, 39-28, eftir javnleik 17-17 í hálvleikinum.

Føroyar vóru omaná og frammanfyri so at siga allan fyrra hálvleik. Føroyar spældu við 7 móti 6 í álopinum frá byrjan og hepnaðist hetta væl. Føroyar vóru frammanfyri við trimum eftir 10 minuttir. Føroyar vardu eisini væl við Jákupi Egholm liggjandi langt frammi í eitt´ara. Hetta órógvaði portugisiska spælið væl og var Jón Midjord klárur at avvísa aftanfyri Jákup. Portugisar komu tó so líðandi meira inn í dystin og byrjaðu taktiskt at knekka føroysku 5-1 verjuna. Teir komu uppá javnt beint fyri hálvleik til støðuna 17-17.

Seinni hálvleikur var ein heilt annar. Portugisar struku avstað frá byrjan og var dysturin meira ella minni avgjørdur eftir 45 minuttir. Føroyska liðið gjørdi eitt hav av villum og skoraðu portugisar ferð eftir ferð í tómt føroyskt mál. Verjan fekk als ikki fatur og skoraðu portugisar eisini heili 22 mál í seinna hálvleiki. Tað gjørdist eitt størri tap, 39-28.

Tapið merkir at Føroyar skulu spæla um 19. pláss í EM-endaspælinum í morgin. Tann dysturin verður kl. 17.30 móti Tunesia. Allir dystir kunnu stroymast á youtuberáini “IHF competitions”.

Dystargongdin Portugal – Føroyar:
5 min. 2-4
10 min. 4-7
15 min. 7-9
20 min. 10-11
25 min. 13-15
30 min. 17-17
35 min. 22-20
40 min. 26-22
45 min. 30-23
50 min. 35-25
55 min. 36-26
60 min. 39-28

Málskjúttar hjá Føroyum:
Pauli Rasmussen 7
Torkil Dahl 5 (4)
Magnus Árason 4
Rúnar Hammer 4
Jákup Egholm 3
Jón Midjord 2
Lýðar í Dímun 1
Erlingur Erlendsson 1
Fríði í Innistovu 1

Málverjar:
Ingi Johannesen 5 bjargingar, 20%
Bjarni Gunnarsson Jacobsen 5 bjargingar, 35%