Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.07.2025 18:10

U19-menn: Tryggur sigur á Estlandi

Hondbóltssamband Føroya

Føroyar lótu ongan iva verða um, at teir vóru betri enn Estland. Føroyar vunnu greitt 27-16, eftir at okkara vóru frammanfyri 15-7 í hálvleikinum.

Føroyar spældu ein fínan fyrra hálvleik, har tað serliga var føroyska 5-1 verjan, sum voldi estum høvuðbrýggj. Jákup Egholm lá frammi og forstýraði estista spælði og framprovokeraði ein hóp av villum.
Føroyar spældu 6 móti 6 í álopinum og riggaði hetta væl við góðum mann móti mann spæli. Rúnar Hammer var eyðsýndur og okkara vunnu nærdystirnar og komu til góðar kjansir, har okkara vengir vóru neyvari í mun til í morgun. Føroyar komu væl frá byrjan og øktu líðandi til hálvleiksstøðuna 15-7.

Stígur var eina løtu í føroyska álopsspælinum fyrst í seinna hálvleiki, men bleiv annars so líðandi talan um cruisekontrol. Leiðslan var trygg og royndu okkara ymsar uppstillingar, har tað mesta hepnaðist væl. Føroyar øktu um leiðsluna og vunnu trygt 27-16.

Føroyar skulu nú spæla um 5. plássið í European Open í morgin, har okkara møta Póllandi og Egyptalandi, hin fyrri dysturin kl. 08.00 og hin seinni kl. 12.15. Allir dystirnir kunnu stroymast á ehftv.com.

Dystargongdin Føroyar – Estland:
5 min. 4-2
10 min. 9-5
15 min. 13-5
20 min. 15-7
25 min. 17-11
30 min. 20-14
35 min. 23-15
40 min. 27-16

Málskjúttar hjá Føroyum:
Magnus Árason 6
Jákup Egholm 5 (4)
Filip Haldansen 3
Pauli Rasmussen 2
Rúnar Hammer 2
Haraldur Karlsson 2
Erling Erlendsson 2
Hanus Gunnarsson 2
Fríði í Innistovu 2 (1)
Lýðari í Dímun 1