Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.08.2025 15:59

U19-menn: Ongin slovensk náði

Slovenia vs. Faroe Islands, IHF Men's Youth (U18) World Championship 2025, Cairo, Egypt, 06.08.2025, Mandatory Credit © Anze Malovrh / kolektiff

Hondbóltssamband Føroya

Slovenar vóru greiðir favorittar undan dystinum og vístu onga náði í fyrsta U19 HM-dystinum. Ein vælsmurd slovensk maskina vann stórsigur 38-25, eftir hálvleiksstøðuna 19-12.

Dysturin gekk javnt á fyrstu 15 minuttirnar, tá støðan var 8-7. Føroysku álopini vóru fyri tað mesta væl gjøgnumspæld, har serliga Pauli Rasmussen og Fríði í Innistovu vóru eyðsýndir. Føroyar høvdu tó stórar trupulleikar í verjuni og komu slovenar lættari til málini. Miðverjan hevði ringt við at standa saman móti fótfimu slovenunum, serliga stóra stjørnuskotið Aljuz Anzic, sum okkara als ikki fingu fatur á. Anzic gjørdist eisini dagsins leikari í dystinum. Okkara stríddust við at fáa mál seinnu helvt av fyrra hálvleiki. Roynt var við 7 móti 6, men vardu vælvaksnu slovenarnir eisini heilt væl. Munurin vaks skjótt hesa løtuna og var Slovenia frammanfyri 19-12 við hálvleik.

Føroyar vóru betri við fyrstu løtuna av seinna hálvleiki og komu nógv mál. Pauli Rasmussen legði stórt trýst á høgra bakki og fekk fleiri góð mál. Verjan stóð betri saman og vaks munurin ikki fyrstu 10 minuttirnar. Slovenar blivu tó við at koyra á og leggja trýst og til endan skrædnaði og talan gjørdist um føroyskt stórtap, 38-25.

Føroyar skulu spæla aftur fríggjadagin, tá mótstøðuliðið er Týskland, sum vunnu 39-22 á Uruguay fyrr í dag. Allir dystir kunnu stroymast á youtubekanalini “IHF competitions”.

Dystargongdin Slovenia – Føroyar:
5 min. 2-1
10 min. 3-4
15 min. 8-7
20 min. 13-9
25 min. 15-10
30 min. 19-12
35 min. 22-15
40 min. 25-17
45 min. 28-17
50 min. 32-18
55 min. 36-21
60 min. 38-25

Málskjúttar hjá Føroyum:
Pauli Rasmussen 5
Fríði Holm í Innistovu 5 (3)
Torkil Debes Dahl 5 (4)
Magnus Árason 3
Jákup Egholm 3 (1)
Lýðar í Dímun 2
Haraldur Karlsson 1
Filip Haldansen 1

Málverjar:
Ingi Johannesen 3 bjargingar, 14%
Bjarni Gunnarsson Jacobsen 4 bjargingar, 19%