Hondbóltssamband Føroya
Føroyar vunnu sær javnleik, 26-26, móti Argentina í seinastu sekundunum og vunnu harvið bólkin í millumrunduni í HM President´s Cup og koma harvið at spæla um 17. – 20. pláss av 32. Hesir dystirnir verða hósdagin og fríggjadagin.
Føroyar høvdu leiðsluna allan fyrra hálvleik, sum endaði 15-14. Okkara vóru eitt skifti frammanfyri við 4 í fyrra hálvleiki, men vóru argentinar drúgvir. Talan er um ein góðan árgang hjá argentinum við fleiri dugnaligum duell-leikarum, og var hetta nakað føroyska verjan stríddist við ein stóran part av dystinum. Í føroyska álopinum var Rúnar Hammer serstakliga vælleikandi í dag. Hann tók stóra ábyrgd og var flúgvandi við sínum kvika mann-móti-mann-spæli.
Argentinar fingu betru byrjanina uppá seinna hálvleik. Nakrar óhepnar støður, føroyskar villur og brend skot gjørdu sítt til at Argentina løgdu seg á odda. Munurin var tó ongantíð meira enn eitt mál og skiftust liðini um at hava leiðsluna. Argentina hevði leiðsluna í seinasta minuttinum, men vælleikandi Rúnar Hammer, sum til dagliga spælir í Bjerringbro-Silkeborg, tók sakina í sínar hendur og javnaði tá tvey sekund restaðu. Eftir dystarlok var Rúnar eisini kosin besti leikari í dystinum, hann var eisini toppskjútti við 11 málum.
Javnleikurin merkir, at Føroyar vinna bólkin í niðara millumumfarinum við betri málmuni enn Argentina, og skulu spæla um plássini 17 til 20 í HM-endaspælinum. Hetta saman við Portugal, Kroatia og Tunesia. Næsti dysturin verður hósdagin kl. 17.30 móti Portugal. Allir dystir kunnu stroymast á youtuberáini “IHF competitions”.
Dystargongdin Føroyar – Argentina:
5 min. 3-3
10 min. 5-4
15 min. 8-5
20 min. 10-8
25 min. 13-10
30 min. 15-14
35 min. 16-16
40 min. 18-18
45 min. 19-20
50 min. 23-22
55 min. 24-24
60 min. 26-26
Málskjúttar hjá Føroyum:
Rúnar Hammer 11
Jákup Egholm 7 (4)
Fríði í Innistovu 3
Pauli Ramussen 2
Magnus Árason 2
Jón Midjord 1
Málverjar:
Ingi Johannesen 5 bjargingar, 21%