Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.08.2025 02:42

U19-menn: Avgreiðsla

Faroe Islands vs Mexico (U17 President's Cup III), IHF Men's Youth (U18) World Championship 2025, 6th of October, Egypt, 11.08.2025, Mandatory Credit © Jure Erzen / kolektiff

Hondbóltssamband Føroya

Tað var skjótt greitt, at talan var um ein avgreiðsluspurning, tá føroysku U19-mennirnir møttu Meksiko í HM-endaspælinum í dag. Meksiko hevur verið millum veikastu liðini í kappingini higartil og gjørdist eisini talan um ein føroyskan stórsigur á 41-16, eftir 19-16 til Føroyar í hálvleikinum.

Talan bleiv um ein dyst, har tað ráddi um at hava tol í verjuni og at halda menn hugsavnaðar. Hetta eydnaðist fyri tað mesta, hóast tað eisini vóru sløsutar støður. Venjararnir fingu allar mans í spæl og ráddi um at deila orkuna, hetta við komandi dystum í huga. Mest eyðsýndu leikararnir vóru Lýðar í Dímun við sínum góðum langskotum, Helgi Haldórsson, sum spældi ein góðan dyst á strikuni og so Jákup Egholm, sum var kosin besti leikari í dystinum. Hóast Jákup bert spældi eitt gott korter, so kom hann eisini inn og skeyt brotskøst, har hann setti øll 10 í netið. Tað var merkisvert við dystinum, at tríggir dómarar vóru á vøllinum. Hetta er nakað IHF royndarkoyrir til ávísar dystir og kappingar.

Í morgin, týsdagin kl. 15.15, møta Føroyar Argentina, sum hava staðið seg væl í kappingini og taptu bert við einum málið móti Norra. Argentina vann í dag, 31-20, á Uruguay. Allir dystir kunnu stroymast á youtubekanalini “IHF competitions”.

Dystargongdin Føroyar – Meksiko:
5 min. 2-1
10 min. 6-1
15 min. 8-2
20 min. 12-5
25 min. 16-5
30 min. 19-6
35 min. 22-7
40 min. 25-9
45 min. 29-12
50 min. 33-12
55 min. 36-13
60 min. 41-16

Málskjúttar hjá Føroyum:
Jákup Egholm 11 (10)
Lýðar í Dímun 6
Helgi Jakob Haldórsson 4
Filip Haldansen 4
William Napoleon Djurhuus 4
Torkil Debes Dahl 3
Pauli Rasmussen 2
Magnus Árason 2
Haraldur Karlsson 2
Rúnar Hammer 1
Fríði í Innistovu 1
Jógvan Andreas Lamhauge 1

Málverjar:
Bjarni Gunnarsson Jakobsen, 7 bjargingar, 37%
Ingi Johannesen 3 bjargingar, 43%