Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.10.2025 20:59

U19 kvinnurnar vunnu silvur

Mynd: Flogbóltssamband Føroya

Flogbóltssamband Føroya

Danmark – Føroyar 3-0 (25-16, 25-18, 25-23)

Føroysku U19 kvinnuranr taptu finaluna ímóti einum sterkum donskum liðið og fáa tí silvurheiðursmerki í NEVZA kappignini, sum varð leikt liðug í kvøld.

Ongin ivi var um, at danska liðið var favorittur at vinna finaluna í dag imóti Føroyum. Liðini bæði leiktu síðsta innleiðandi dystin í gjár og tá vann Danmark 3-1. Tó leikti hvørki av liðunum við sterkastu uppstilling, so ilt var at meta um veruligu innanhýsis styrkina.

Undan dystinum segði føroyski venjarin, Ciro Zoratti, at um danska liðið ikki hevði ein góðan dag og um alt gekk upp í eina hægri eind hjá føroyska liðnum, so var ein føroyskur sigur gjørligur.

Føroyska liðið leikti væl, men tað gjørdi tað danska liðið eisini og styrkimunurin kom tí til sjóndar. 

Talan er um ein sera ungt føroyskt lið, har flestu av ungu kvinnunum kunnu luttaka í hesi U19 kappingini í í minsta lagið tvey ár afturat.