Hondbóltssamband Føroya
U19-landsliðið hjá monnum kom til Göteborg í gjár og byrjar European Open í dag. Kappingin er liður í fyrireikingunum til HM-endaspælið, sum verður í Kairo í Egyptalandi í august. Dystirnir í European Open kunnu stroymast á ehftv.com.
Fyri at stroyma á ehftv.com krevst at ein skrásetir seg sum brúkara. Tað er annars ókeypis. Føroyar spæla allar innleiðandi dystirnar í høllini rópt Valhalla.
Mánadagin 30. juni
Kl.10.45 Føroyar – Niðurlond
Kl.16.45 Føroyar – Finnland
Týsdagur 1. juli
Kl. 09.30 Svøríki – Føroyar
Mikudagur 2. juli
Kl. 12.00 Kroatia – Føroyar
Hesir eru úttiknir til European Open, sum verður leikt í døgunum 30. juni – 4. juli.
Málverjar:
Ingi Johannesen, H71
Bjarni Gunnarson Jacobsen, VÍF
Útileikarar:
Filip Haldansen, VÍF
Jákup Egholm, H71
Hanus Gunnarson, H71
Magnus Árason, GOG
Helgi Jakob Halldorsson, H71
Haraldur Karlsson, H71
Jógvan Andreas Lamhauge, H71
Lýðar í Dímun, Neistin
Rúnar Hammer, BSH
Fríði í Innistovu, VÍF
Erling Erlendsson, Kyndil
Brandur Hansen, VÍF
Pauli Rasmussen, StÍF
Jón Midjord, H71