Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.09.2022 19:22

U19 dreingirnir taptu tepurt

Mynd: FSF

U19 dreingir leiktu triðja og seinast venjingardystin í dag móti Hollandi á San Pedro del Pinatar í Spania.

Tað var um reppið, at eisini U19 dreingir skaptu eina sensatión. Tí tá 82 minuttir vóru leikti vóru Føroyar á odda 2-1, eftir at Áki Samuelsen hevði lagt Føroyar á odda.

Tað var annars Holland við Ezechiel Banzuzi, sum legði seg á odda í 20 minutti. Aftaná tað var tað stóri føroyski leikarin, Áki Samuelsen, sum tók yvir. Í 52 minutti javnaði hann fyri Føroyar, og í 82 minutti legði hann so Føroyar á odda, við einans 8 minuttum eftir at leika.

Men tíðanverri fyri føroyingar, so mistu teir alt á gólvið seinastu minuttinar, tá Holland javnaði í 89 minutti, og langt inni í yvirtíðini skoraðu sigurmálið við Isaac Babadi.