Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.03.2026 11:35

U18 genturnar leika fyrsta dystin kl. 14.00 í dag

Mynd: Flogbóltssamband Føroya

Flogbóltssamband Føroya

Fyrireikingarnar til fyrsta dystin í Kutna Hora í Kekkia blivu ikki sum ætlað var, tí ferðalagið var áleið 30 tímar seinkað orsaka av nógvum vindi í Føroyum týsdagin.

Kekkia er vertur fyri bólki D í aðru undankapping til EM endaspælið fyri U18 gentur, sum verður í Lettlandi og Litava í juli.

Eftir ætlan skuldi ferðalagið verða koma fram týsdagin seinnapart, men kom ikki á hotellið í Kutna Hora í Kekka fyrri klokkan leið til miðnátt í gjár – mikudagin. Orsøkin var nógvi vindurin í Føroyum týsdagin og so eisini fótbóltsdysturin ímillum Kekkia og Írland. Hesin gjørdi, at tað var nærum ógjørligt at broyta flogferðaseðlarnar til Prag, tí írskir fótbóltsfjepparar í túsundatal høvdu keypt nærum øll flogsetur til Prag út ymiskum stórbýum í Evropa.

Føroysku U18 flogbóltsgenturnar hava tó vant í morgun og eru nú við at gera seg til reiðar at møta sterka kroatiska U18 liðnum. Hesin dysturin verður í dag kl. 14.00 føroyska tíð. 

Kl. 17.00 í morgin – fríggjadagin verður dystur ímóti Kekkia

Kl. 14.00 leygardagin verður dystur ímóti Ukraina.

Dystirnir kunnu síggjast á volej.tv