Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.07.2025 21:06

U17-kvinnur: EM er byrjað

Matchlens.me

Hondbóltssamband Føroya

Føroysku U17-kvinnurnar taptu fyrsta dystin í EM-endaspælinum í Montenegro greitt, 33-15, fyri Íslandi eftir at okkara vóru aftanfyri 16-6 í hálvleikinum.

Munurin á liðunum var annars minni, tá tey hittust í venjingardystum í juni mánaði í Føroyum fyrr í ár. Tá vann Ísland 32-26 og 29-20. Í dag gekk tíverri heldur misjavnt. Føroyar vóru væl við fyrstu 10 minuttirnar, tá støðan var 6-4, men so kom veruligur stígur í føroysk álopsspælið, og fingu okkara bert tvey mál restina av hálvleikinum. Hóast okkara høvdu onkrar góðar løtur í seinna hálvleiki, so var tað Ísland, sum øktu og vóru betra liðið. Íslendski málverjin stóð sera væl og okkara høvdu sera ilt við at fáa brotskøstini sett í mál og skoraðu bert uppá eitt av teimum sjey. Ísland vann 33-15.

Eftir dystin var Lý Dávadóttir Magnussen kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Lý var eisini toppskjútti hjá Føroyum við 4 málum. Føroyar skulu spæla aftur í morgin kl. 11.00, tá eitur mótstøðuliðið Sveis. Allir dystir kunnu stroymast á ehftv.com.

Dystargongdin Ísland – Føroyar:
5 min. 3-2
10 min. 6-4
15 min. 9-4
20 min. 11-4
25 min. 14-5
30 min. 16-6
35 min. 20-7
40 min. 22-9
45 min. 23-10
50 min. 27-14
55 min. 31-14
60 min. 33-15

Málskjúttar hjá Føroyum:
Lý Dávadóttir Magnussen 4
Maria Hellisdal Poulsen 2
Arina Høgnadóttir Wang 2
Halla Haldansen 2
Poula Djurhuus á Neystabø 1
Meta av Fløtum 1
Emily Andresen 1
Liljan Skaalum Vilhelm 1
Solveig Guðmundsdóttir Ripley 1

Málverjar:
Femja Sámalsdóttir Soll 25%
Bjørk Jákupsdóttir 18%