Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.07.2025 09:36

U17 EM-endaspælið byrjar mikudagin

Mynd: Hondbóltssamband Føroya

Hondbóltssamband Føroya

Komandi mikudag, tann 30. juli, byrjar EM-endaspælið fyri U17-kvinnur, sum verður leikt í Podgorica í Montenegro.

Kappingin kann stroymast á ehftv.com. Fyri at stroyma krevst at ein skrásetir seg sum brúkara. Innleiðandi leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:

Mikudagin 30. juli
Kl. 11.00 Ísland – Føroyar

Hósdagin 31. juli
Kl. 11.00 Sveis – Føroyar

Leygardagin 2. august
Kl. 11.00 Føroyar – Niðurlond

Hesar eru í føroyska hópinum til EM-endaspælið, sum verður leikt í døgunum 30. juli – 10. august.

Málverjar:
Bjørk Germaine Jákupsdóttir, Neistin
Femja Soll, Kyndil

Útileikarar:
Arina Høgnadóttir Wang, Neistin
Maria Poulsen Hellisdal, Kyndil
Lý Dávadóttir Magnussen, VÍF
Lilja Skaalum Vilhelm, H71
Solveig Guðmundsdóttir Ripley, H71
Lív Berg á Lag, H71
Vár Leo Mortansdóttir, Neistin
Halla Haldansen, VÍF
Herdis Højgaard Petersen, Kyndil
Meta av Fløtum, Neistin
Fríða Eysturtún Rubeksen, H71
Poula Djurhuus á Neystabø, Kyndil
Bjørk Mariusardóttir, StÍF
Emily Andresen, Kyndil