Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.01.2026 08:22

Týskt meistaraverk í Filmsfelagnum

Filmsfelagið

Í nýggja týska filminum, ”In die Sonne schauen”, sum Filmsfelagið sýnir mikudagin, fylgja vit fýra kvinnum, ið umboða hvør sítt ættarlið á sama bóndagarði, hvør við sínum loynidómi. 

Sum eitt spøkilsi fangar upptøkutólið ikki bara alt, men eisini intimu smálutirnar, ið eru eyðkennið fyri lív og tilveru. Meðan leikur fer, frá 1910’unum og upp til okkara tíð, kámast mørkini millum teir fýra leiklutirnar. 

”In die Sonne schauen” vann dómsnevndarvirðislønina í Cannes og filmurin er nú týska Oscaruppskotið. Ummælarar tosa um eitt meistaraverk, ið lýsir fýra ymsar kvinnur á sama týska garði. 

Alma, Erika, Angelika og Lenka eru úr ymsum ættarliðum, men hava allar, hvør í sínum tíðarskeiði, verið offur fyri einsemi, mysogyni og einum miseydnaðum fyrsta seksuella sambandi. 

Hetta er annar filmur, sum Mascha Schilinski (f.1984) hevur gjørt. Hóast assosiativi frásøgustílur hennara er púra egin, verður hon longu borin saman við kendasta týska leikstjóran Michael Haneke (f.1942) og meistaraverkið “Das weiße Band – Eine deutsche Kindergeschichte” (2009), sum Filmsfelagið áður hevur víst. 

Altjóða upplýsingartænastan um film, IMDB, sum gevur nýggja týska filminum besta ummæli, sigur í einum setningi soleiðis um filmin: ”Four women, separated by decades but united by trauma, uncover the truth behind its weathered walls.”

Týski filmurin, ”In die Sonne schauen”, ið hevur altjóða heitið “Sound of Falling”, verður sýndur í originalari týskari versión, men við donskum undirteksti. Í Danmark verður filmurin sýndur undir heitinum “Se mod solen”. 

Filmsfelagið 28/1 kl 20:00 Se mod solen (In die Sonne schauen Mascha Schilinski Týskland 149 min 2025)

Spjaldur