Eysturkommuna
Sum siðvenja er, skipa Leirvíks Páll Skótarnir fyri. Á skránni verður røða, sangur og jólamenn koma við brandbilinum og bjóða karamellur. Eisini verða kakao og jólabollar at fáa.
Týsdagin 2. desember kl. 18.00:
Jólatræið í Leirvík verður tendrað.
Eystanljóð syngur og Noomi Reinert flytur fram røðu.
Mikudagin 3. desember kl. 18.00:
Jólatræið við Gøtugjógv verður tendrað.
Gøtu kirkju ungdómskór syngur og Arni Petersen flytur fram røðu.
Øll eru hjartaliga vælkomin til eina hugnaliga løtu.
