Í gjáramorgunin kl. 04.29, fekk MRCC boð um, at ein sjómaður var komin til skaða umborð á einum trolara og hevði brúk fyri at koma undir læknahond.
Tað var skiparin á trolarinum sum boðaði frá. Trolarin var tá staddur á Íslandsrygginum.
Bjargingartyrlan hjá Atlantic var send avstað og flutti skadda mannin á Landssjúkrahúsið.
Frá tí at fráboðanin kom inn og inntil maðurin var á landssjúkrahúsinum, tók tað íalt 2 tímar og 46 minuttir.