Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.12.2022 16:19

Tvøroyafólk vakt við kaldan dreym

Mynd: Varðin (savnsmynd)

Ein heldur skemtilig hending hendi fyrr í morgun, tá Tróndur í Gøtu lá á Tvøroyri.

Heimasíðan hjá P/F Varðin Pelagic sigur soleiðis:

“Óivað vaknaðu fleiri fólk í morgun av einum ógvusligum larmi, sum var floytan umborð á Tróndur í Gøtu.

Ein tekniskur feilur umborð gjørdi, at floytan fór í gongd. Tað var onki álvarsamt.

Manningin harmast hendingina og biðjur um umbering, um svøvnurin varð avbrotin henda sunnumorgunin.”