Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.12.2022 11:25

Tvíburðar halda fram í Fuglafirið

Mynd: ÍF

Tvíburðarnir úr Gøtu, Hans Jákup og Elias Lervig, hava undirskrivað nýggjan sáttmála við ÍF, sum merkir at teir eisini leika í reyðum komandi ár.

Heimasíðan hjá felaganum skrivar soleiðis:

“Tað er við gleði vit boða frá, at Hans Jákup og Elias Lervig halda fram hjá okkum.

Teir hava nú longu í nøkur ár, verið fastur fúsur í hópinum hjá okkum, og tað koma teir eisini at vera komandi kappingarár.

Teir eru báðir tveir, ein sera tíðandi og stórur partur í menningini av okkara egnu ungu leikarum. Teir hava ein hugburð og tilgang til fótbólt, sum vit í ÍF eru glað fyri, og síggja sera stórt virði í.

Vit ynskja teimum báðum hjartaliga tilukku við sáttmálanum, og bestu eydnu í komandi árið.”