Runavíkar Havn
Um vikuskiftið koma tvey ferðamannaskip á vitjan.
Fríggjadagin 23. mai leggur Sea Spirit, sum seinasta ár vitjaði í Funningi, leiðina framvið Elduvík frá kl. 9-18. Umborð á 90 metur langa expeditiónsskipinum eru umleið 100 ferðafólk úr ymsum londum, og manningin telur 72 fólk. FMS er umboðsfelag hjá Sea Spirit.
Leygardagin vitjar Amadea í Runavík frá kl. 8-18 við 550 týskum ferðafólkum og eini manning á 292 fólk. Tor Shipping er umboðsfelag hjá Amadea.
Cruisetoymini eru sera væl fyrireikaði og gleða seg at taka væl ímóti øllum cruisegestunum.