Runavíkar Havn
Leygardagin 28. juni kemur Ocean Endeavour til Elduvíkar. Ferðafólkini, sum eru 187 í tali, koma í land við smábátum og vitja í bygdini frá kl. 9 til 17. Lokala cruisetoymið í Elduvík er væl fyrireikað at taka ímóti útlendsku gestunum.
Mánadagin 30. juni kemur Island Sky inn á Kongshavn fyri aðru ferð í ár. Skipið liggur við bryggju frá kl. 12-23. Umborð eru umleið 100 ferðafólk og ein manning uppá 75 fólk. MB Tours er túrsmiður hjá skipinum.
Faroe Ship er umboðsfelag hjá Ocean Endeavour og Tor Shipping hjá Island Sky.
