Mynd: savnsmynd
Sambært løgregluni so hava tvey áarlop verið í nátt av øllum regninum.
Eitt áarlop hendi í Lamba, meðan eitt var í Norðragøtu. Í báðum førum var um nógv vatn, sum var komið inn og tí var kommunala tilbúgvingin boðsend fyri at at hjálpa at beina vatnið burtur og tøma kjallararnar fyri vatn. Eingin mansskaðar stóðst av áarlopinum.
Eisini hendi eitt skriðulop á Elduvíkarvegnum í gjárkvøldið. Vegurin hevur síðan verið stongdur fyri ferðslu, men er opin aftur í morgun.
Deil á Facebook