Í gjár fekk MRCC tvær ferðir boð, har ein útróðrarbátur hevði brúk fyri hjálp.
Um 11 tíðini gjáramorgunin var tað ein útróðrarbátur, sum var staddur eystanfyri, sum hevði fingið tekniskar trupuleikar og bað um sleip. Brimil varð sendur avstað og sleipaði bátin til lands.
Og seinni á degnum, um 21 tíðini á kvøldið, var tað ein útróðrarbátur sum var uppsteðgað norðanfyri, og sum hevði tørv á sleipi. Bjargingarbáturin Rescue Vón bleiv sendur avstað og sleipaði bátin til lands.