Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.05.2025 16:38

Tveir týskir á rað í Filmsfelagnum

Filmsfelagið

Komandi mikudagarnar verða tveir nýggir týskir filmar sýndir í Filmsfelagnum. Báðir fáa bestu ummæli, har teir hava verið vístir. 

14/5 kl 20:00 Sterben (Matthias Glasner Týskland 2024 181 min)

Matthis Glasner, sum er føddur í Hamburg í 1965, hevur gjørt stórfilmin Sterben, ið fær so mikil lovorð frá ummælarum, at hann verður mettur sum ein púra nýggjur varði í altjóða filmsgerð. 

Á týsku plakatini verður spælt uppá orðini sterben, at doyggja, og streben, at stremba og tráa eftir nøkrum.

Sterben er ein svørtskemtilig og tó nemandi ættarsøga um lív, deyða – og alt, sum er har ímillum. 

Við Lars Eidinger, sum er kendur frá Babylon Berlin í høvuðsleiklutinum, vann Sterben tríggjar virðislønir í høvuðskappingini á filmstevnuni í Berlin. 

Í filminum fylgja vit og fáa innlit í dysfunktionellu familjuviðurskiftini hjá Lunies og teimum, sum í nógv ár ikki hava havt nakað sum helst at vera saman um. Mamman, Lissy, sær fram til ta stóru frígering, tá demensrakti maðurin flytir á røktarheim. Sonurin, Tom, er dirigentur og arbeiðir við episka tónleikaverkinum ”Sterben”, meðan hann roynir at halda seg flótandi omaná í tónleikavinnuni, halda seg væl við ein depressivan vin og hevur tikið á seg leiklutin sum stjúkpápi hjá fyrrverandi konuni, sum nú er uppá vegin. Samstundis fer systurin, Ellen, at fríggja við einum giftum tannlækna, meðan hon doyvir allar sorgir í brennivíni. Tá deyðin dukar á dyrnar, møtast tey aftur. Men úrslitið er um eina leið syndarligt, láturligt – og óvæntað.

21/5 kl 20:00 Riefenstahl (Andres Veiel Týskland 2024 115 min)

Leni Riefenstahl (1902-2003) verður í flestu filmisku og søguligu verkum mett sum ein av mest umstríddu, kontroversiellu, kvinnum í tjúgindu øld. 

Eftir arbeiðsboðum frá Hitler og Goebbels gjørdi hon týdningarmestu propagandafilmarnar fyri nazistarnar, ’Triumph des Willens’ (1934) og ’Olympia’ (1936/38), sum báðir eru fyltir við tilgjørdari kropsdyrkan og sublimum estetikki. 

Við støði í øllum teim skjølum, sum funnin vórðu í deyðsbúgvinum eftir Leni Riefenstahl, privatum filmumsupptøkum, fotomyndum og brøvum, hevur leikstjórin Andres Veil, sum er føddur í Stuttgart í 1959, sett saman ein mynd av sjálvmótsigandi listakvinnuni, sum alt lívið stríddist við ummælið, komandi eftirmæli og egnu livdu fortíðina, uttan nakrantíð at angra. Og hon var aldri einsamøll, bæði tá hon var eitt kent og virkið navn fyri nazistarnar og seinni, tí brævasavnið er stórt, og skrásettar telefonsamtalur skjalprógva, at vanligi týski borgarin, eisini í eftirkrígsárunum, longdist eftir eini sterkari og stýrandi hond.

Spjaldur