Runavíkar kommuna
Byrja í viðtalu 5 tann 1. oktober
Heilsutrygd boðaði herfyri frá, at frá 1. oktober 2025 verða tveir nýggir kommunulæknar í viðtalu 5 í Heilsumiðstøðini í Runavík. Brynhild Hanusardóttir Reinert og Katrina Clementsen fara at deila starvið í viðtalu 5.
Brynhild Hanusardóttir Reinert tók embætisprógv í læknafrøði í 2017 og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini í vár. Katrina Clementsen tók embætisprógv í læknafrøði í 2016 og væntar at fáa serlæknagóðkenning í almennum medisini í august í ár.
Nýggju kommunulæknarnir í viðtalu 5 eru eitt týðandi stig í at betra heilsutænastuna í økinum.
Umleið 7.300 fólk búgva í Heilsuøki 2, sum fevnir um Nes, Sjóvar og Runavíkar kommunur.