Mynd: Skála
Kristian Martin og Ari verða eisini á Skála næsta ár. Bæði Kristian Martin Jakobsen og Ari Ellingsgaard hava skrivað undir nýggjar sáttmálar.
Heimasíðan hjá Skála skrivar soleiðis: “Kristian Martin er 26 ár, og er ein av veteranunum á Skála liðnum. Vanliga spælir Kristian Martin sum miðverji, men hann kann spæla á øllum teimum verjukendu plássunum. Og viðhvørt kemur eitt álopskent “raid” frá honum eisini. Hann er nokk noteraður fyri fleiri kort enn mál, men tað vitnar bara um at hann er ein stríðsmaður á vøllinum.
Ari Ellingsgaard er 29 ára gamal, og leikti sítt fyrsta kappingarár við Skála í 2022. Frammanundan hevur hann fyri tað allarmesta leikt við barndómsfelagnum ÍF. Ari er kreativur miðvallari, ið bæði klárar at halda uppá bóltarnar, og at seta tær røttu avleveringarnar inn. Ari gjørdi góðan mun í júst farna kappingarárið, og tað kemur væl við at hann velur at halda áfram.“
Deil á Facebook