Fótbóltssamband Føroya
Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hevur kunngjørt hópin til HM undankappingardystirnar móti Montenegro og Kekkia, sum vera á Tórsvølli 9. og 12. oktobur.
Hallur Hansson og Petur Knudsen vóru millum tey 23 nøvnini, tá Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum á tíðindafundi á Tórsvølli fyrrapartin mánadagin kunngjørdi hópin til næstu HM undankappingardystir.
Báðir hava havt skaðar at dragast við, men eru nú klárir aftur til landsliðsfótbólt.
Hósdagin 9. oktobur klokkan 19:45 spæla Føroyar og Montenegro, og tríggjar dagar seinni, sunnudagin 12. oktobur klokkan 17 kemur Kekkia á vitjan. Báðir dystirnar vera á Tórsvølli.
Hópurin
Mattias H. Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarti Vitalis Mørk, HB Tórshavn
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Samuel Chukwudi, SJK Seinäjoki (Finnland)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík
Brandur Hendriksson Olsen, NSÍ Runavík
Hallur Hansson, KÍ Klaksvík
Hanus Sørensen, NK Triglav Kranj (Slovenia)
Jákup Biskopstø Andreassen, KÍ Klaksvík
Geza David Turi, Grimsby Town FC (England)
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad FK (Noreg)
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík
Meinhard Egilsson Olsen, Kolding IF (Danmark)
Jóan Símun Edmundsson, KA Akranes (Ísland)
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Undan komandi dystum eru Kroatia og Kekkia nummar 1 og 2 í bólkinum við 12 stigum hvør. Føroyar og Montenegro eru á 3. og 4. plássi við 6 stigum í part, meðan Gibraltar er aftast við ongum stigi.
Atgongumerki til landsdystirnar ímóti Montenegro og Kekkia fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.