Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.06.2025 22:30

Tú kanst ikki elska Vesturheimin – uttan at elska Ísrael

Lesarabræv

Vesturheimurin er eitt serligt fyribrigdi í søguni hjá mannaættini. Tað, sum ger Vesturheimin so serligan, er ikki ríkidømi ella tøkni – men ein søguligur siðaarvur, sum byggir á ta judeo-kristnu mentanina og trúnna. Hesin siðaarvur hevur ment frælsisskipanir, rættarskipanir og mannarættindahugsanir, sum ikki sæst aðrastaðni í heiminum. Júst hesin siðaarvur er grundvøllurin undir okkara demokratisku skipan, tengdur at frælsinum at hugsa og trúgva, og virðingin fyri tí einstaka menniskjanum.

Ísrael er ein óloysiligur partur av hesum Vesturheimi. Talan er ikki bara um felags politisk viðurskifti, men um mentan, trúgv og siðsøgu í djúpastu merking. Ísrael varð stovnað sum ein lýsing av vesturlendskum virðum – við einum rættarsamfelagi, einum virkandi fólkaræði, einum frælsum miðlalívi og rættindum til minnilutar, kvinnur og at kunna mótmæla. Tað finst ikki annað land í Miðeystri, har hesar dygdir síggjast í verki.

At siga seg vilja Vesturheimin, men samstundis taka frástøðu frá Ísrael sum ein óynsktan part, er sum at vilja bulin á einum træi, men ikki røtur tess. Tað ber snøgt sagt ikki til. Ísrael er í roynd og veru eitt vesturlendskt samfelag í einum ótryggum grannalagi. Ja, Ísrael ger feilir – men hvør ger ikki tað? Tað eru ikki feilirnir hjá einum landi, sum ger hvørt eitt land skal stuðlast, men evnið og viljin tess til at liva í einari frælsari og fólkaræðisligari skipan.

Tí er tað ein villleiðing at síggja Ísrael sum eina fremmanda eind í mun til Vesturheimin. At ikki vilja Ísrael, er í roynd og veru at vraka Vesturheimin – ella í minsta lagi ikki at viðurkenna tann grundvøll, sum Vesturheimurin stendur á. Tað er sum at vilja hava frælsi, men ikki ábyrgdina sum fylgir við; at vilja bulin á trænum, men ikki røtur tess.

Ísrael er ikki bara eitt land – tað er ein livandi mynd av tí, sum Vesturheimurin stendur fyri: trúarfrælsi, rættartrygd, javnrættindi og fólkaræði. At verja Ísrael er ikki bara geopolitikkur – tað er at verja okkara egna siðaarv, okkara egna frælsi og okkara egnu mentan.

Við framburðs- og tjóðskaparkvøðu

Øssur Patursson